Betonggrundari

Aftur til vørur

Betonggrundari - Litur: klárur

Vatntyntur grundari. Gjørdur úr serstøkum akrylbindievni, ið smýgur sera væl inn í flatan og fær bit í undirlagið.

Betonggrundarin er ætlaður sum grundari á betong úti og inni, har betongið dregur vætu í seg.

Betonggrundarin kann eisini nýtast á súgvandi undirlag, ella har eingin máling er frammanundan.

Leiðbeining

At smyrja:
Flatin, sum skal málast, skal vera reinur og turrur. Málast kann við pensli, rullu ella sproytu.

Trygdarflokkur:
0 – 1

Tynna og reinsa amboð:
Vatn

Tíð at torna:
1-2 tímar.

Mála útyvir:
Eftir 4-8 tímar.

Evnisnøgd:
Um 0,86 g/ml (25°C)

Tilfarsnýtsla:
5-10 l/m2 í ummáli alt eftir, hvussu ójavnur flatin er og umstøðum annars.

Minsti arbeiðshiti:
5 hitastig. (Má ikki frysta)

VOC-Evni:
Sambært reglugerð 1025/2005 eru leiðbeiningar viðvíkjandi VOC-evni fyri hesari vøru fl. /A/H 40 g/l (2010). Vøran inniheldur max 30 g/l.