Vatnsperra

Aftur til vørur

Klárur

Ætlað til betong og líknandi tilfar, at forða fyri, at tað sýgur vætu í seg.

Vatnsperra er ein vatnskíggjandi, klár loysing úr monosilani og siloxani, sum lættliga treingir inn í poknut og múr-kent byggitilfar.
Vatnsperra ger steinin/betongið vatnskíggjandi. Hetta uttan at ávirka vætuna í luftini, og tí verður vætuskiftið millum steinslagið/betongið og umhvørvið ikki ávirkað.
Vatnsperra hóskar væl til at forða fyri, at rivur súgva vatn í seg. Lætt at mála yvir flatar, sum hava verið smurdir við Vatnsperru.

Leiðbeining

At smyrja:
Flatin skal vera reinur og turrur, áðrenn Vatnsperra verður smurdur á. Best er at nýta sproytu, ið sproytar við lágum trýsti fyri at fáa ein javnan flata. Sproytað verður tvørtur um tann loddrætta flatan við 20-30 cm millum. Best er at byrja í neðra og arbeiða uppeftir; tá sæst betur, hvussu arbeiðið hilnast. Eisini ber til at nýta pensil ella rullu. Fylgjast má við, at passalig nøgd verður smurd á flatan.

Trygdarflokkur:
1 – 2

Tynna og reinsa amboð:
Mineralskt terpentin.

Tíð at torna:
Nakrir minuttir.

Mála útyvir:
Eftir 1-2 dagar. Er undirlagið ógviliga vátt er best at bíða longur.

Evnisnøgd:
Um 0,86 g/ml (25°C)

Virkið evni:
Uml. 40% av nøgd.

Tilfarsnýtsla:
Uml. 0,20 l/m2 í ummáli alt eftir, hvussu ójavnur flatin er og umstøðum annars.

Minsti arbeiðshiti:
Flatin skal vera væl yvir vætumarkið í luftini.