25.4.2021

Fróði, hann er okkara!

Strandamáling styrkir hópin.

Síðan í heyst hava vit verið í gongd við eina umbygging á virkinum. Skjótt opna vit nýggjan handil, við øllum sum tær tørvar tá tú fert at mála ella sparsla. Í handlinum verður eisini árstíðarbundin-vøra, ymiskt til útilív, ymisk amboð, mest neyðugu útgerðina til byggiarbeiði osfr.

Okkara vørumerki, framleiðsla av máling, Strandamáling, verður eisini styrkt uppaftur meiri, tí nú hava vit fingið Fróða Otto Abrahamsen Berbisá við á liðið, og sum kemur at hava ábyrgd av handlinum, meðan restin av hópinum hugsavnar seg um framleiðslu, -og handilin.
Fróði varð útlærdur Logstikasistent hjá FTZ í 2010. Hann hevur eisini lisið Handilsbúðskap á Dania Erhvervsakademinum í Randers og hevur síðani tikið eina Professiónsbachelor í Innovatión og Íverksetan frá VIA University College í Aarhus.

Fróði er fryntligur og arbeiðssamur handilsmaður, ið raðfestir kundatænastu fremst. Vit eru fegin um at hava sett hann sum handilsleiðara í handlinum hjá Strandamáling.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi vøruúrvalinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fróða á (+298) 550 492.

Seinastu tíðindini